VÍSINDAKNOKKAR
UM VÍSINDAKNOKKAR
Føroyskt poddvarp um náttúruvísind
Annan hvønn sunnudag útgeva vit ein nýggjan part
Vit fáa gestir framvið, sum fara at greiða frá teirra yrkisleið og gransking. Lagt verður eftir at prátið skal verða lætt og læruríkt fyri øll.
“Tað týdningarmiklasta er, ongantíð at gevast við at spyrja. Forvitni hevur sína egnu orsøk at verða til”
~ ALBERT EINSTEIN
Hetta poddvarpið, er sprottið úr einari blanding av forvitni, og eldhuga fyri at læra og miðla vitan.
,,
Endamálið er at lýsa gransking í Føroyum, umframt at lýsa ymisku møguleikarnar fyri at nema sær náttúruvísindarliga útbúgving og starv, bæði heima og í útlegd.
Hetta verður gjørt, við at bjóða granskarum ein pall har tey kunnu miðla tí gransking sum fer fram í løtuni, umframt áhugaverda og týdningarmikla gransking sum longu er framd.
,,
Ynski okkara er at verða ein miðil, ið ger tað lættari fyri ein og hvønn FORVITNISKNOKK, at fáa atgongd til náttúruvísindaliga vitan, sum hevur serligan týdning fyri Føroyar og okkum føroyingar.
,,
Hóast vit báðar - vertirnir - arbeiða við arvafrøði, er tað TÝDNINGARMIKIÐ
fyri okkum, at prátið kemur at fevna so vítt og breitt um NÁTTÚRUVÍSIND í FØROYUM,
sum gjørligt.
Heldigvís, eru vit báðar forvitnar, og gleða okkum tí at læra nógv nýtt, saman við tykkum lurtarum.
,,
Poddvarpið fer at hava ein SPURNARKASSA:
Eina viku áðrenn upptøkur verða gjørdar, avdúka vit hvør gesturin er og hvat prátið fer at snúgva seg um. Soleiðis fáa tit lurtarar tíð og møguleika fyri at luttaka við at seta spurningar, til gestir okkara.
,,
Vit vóna at fáa eitt AKTIVT SAMSKIFTI við tykkum lurtarar, soleiðis at vit saman kunnu framleiða eitt spennandi poddvarp!
So um tú ert ein FORVITNISKNOKKUR, sum brennir inni við einum ótali av spurningum - Ella kanska ein granskari, sum ynskir at miðla tína vitan út til okkara lurtarar, so vilja vit meir enn fegnar frætta frá tær.
,,
Tú ert altíð hjartaliga vælkomin at senda okkum eini boð, antin her á heimassíðuni ella á Facebook/Instagram.
,,
VIT HOYRAST!